Ársins mál longu skotið

Premier League: Oliver Giroud hevur helst skotið málið longu nú

Arsenal og Tottenham vunnu í dag sínar dystir í Premier League. Tottenham vann greiðan 4-1 sigur á Watford meðan Oliver Giroud skoraði eitt framúr mál í 2-0 sigrinum hjá Arsenal á Crystal Palace.

 

Les eisini: Mourinho leggur eftir dómarunum

 

Tað er ein vandi fyri, at ársins mál 2017 longu er skotið, tí málið hjá Oliver Giroud er so gott, at tað er ivasamt hvussu nakar skal gera tað betri. Franski áleyparin ger ikki minni enn hælar bóltin afturum seg sjálvan og í yvirleggjaran og inn. Málið er ikki ólíkt tí, sum Henrikh Mkhityaran skoraði fyri Manchester United herfyri.

 

Arsenal vann 2-0 á Crystal Palace uttan stórvegis trupulleikar. Eina løtu í seinna hálvleiki trýstu gestirnir við Christian Benteke á odda, men bleiv ikki til meir enn tað.

 

Tottenham vann heilt uttan mótstøðu. Longu í hálvleikinum var 3-0, og í fyrsta minutti í seinna hálvleiki bleiv tað 4-1. Harry Kane og Dele Alli deildu málini millum sín.

 

Við sigrunum hava bæði Arsenal og Tottenham í dag yvirhálað Manchester City, sum tapti fyri Liverpool í gjár. Arsenal er nummar trý og Tottenham nummmar fýra.

 

Premier League 19. umfar:

Í dag:

Watford 1 – 4 Tottenham Hotspur

Arsenal 2 – 0 Crystal Palace

 

Í gjár:

Burnley 4 - 1 Sunderland

Chelsea 4 - 2 Stoke City

Leicester City 1 - 0 West Ham United

Manchester United 2 - 1 Middlesbrough

Southampton 1 - 2 West Bromwich Albion

Swansea City 0 - 3 AFC Bournemouth

Liverpool 1 - 0 Manchester City