Science Fiction var ein sera virkin bólkur í 1980'unum, og teir gjørdust millum annað Ársins livebólkur í 1985. Sama ár fóru teir í RMS Studio í Runavík og spældu eitt band inn. Á hesum bandi finnast sangir sum Came From A Bar, Í Skúrið, Crazy Town og Like A Slave.
Seinastu mongu árini hevur Science Fiction ikki verið nógv frammi, men teir hava tó vant og verið í studio seinastu tvey árini. Úrslitið er á trappuni, og innanfyri nakrar fáar vikur kemur fløgan út.
Jákup Marner Anthoniussen er nú sum fyrr sangari í bólkinum úr Klaksvík.