Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, kanst tú lesa um ársins lið higartil í landskappingini í fótbólti hjá monnum. Sum sæst á forsíðuni og yvirskriftini, so er Heimir Guðjónsson valdur til besta venjaran higartil.
HB hevur flest umboð, meðan spælarar sum Árni Frederiksberg, Odmar Færø og Adrian Justinussen eru á liðnum. Les alt um “Ársins lið higartil” í ÍtróttarSosialinum.
Í blaðnum ber eisini til at síggja “Liðið hesa vikuna”, sum eisini er sett. Sigarnir hjá Víkingi og B36 seta sín dám á liðið, men spælarar frá bæði Skála og Suðringum eru eisini á liðnum.
Les eisini um føroysku hondbóltsútisetarnar, sum bara gerast fleiri og fleiri í tali. Tað gongur framá hjá flestu av av teimum. Samanumtøka av kappingarárinum í blaðnum.
Í blaðnum hesa ferð eru tveir “Dysturin hesa vikuna”. Tað merkir frásøgn, samrøður og spælarametingar frá dystunum KÍ-Víkingur og NSÍ-B36.
Les um Heðin Hansen úr Víkingi, ið fær álit frá venjaranum, og um at Klæmint A. Olsen hevur brotið armin. Les eisini stuttsøgd ítróttartíðindi, har tvær ungar damir gera seg galdandi í Danmark í fimleiki.