Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, er ársins lið higartil. Fyrsti triðingurin er farin av kappingini. Afturgangandi fyri kappingina og ársins lið higartil er, at tað er topp 3 frá í fjør, sum hevur lagt best frá landi.
Keyp Sosialin á netinum við at trýsta HER
Les eisini um Jann Benjaminsen, sum bleiv dagsins hetja í Runavík, tá hann bleiv innskiftur og skoraði tvær ferðir í 3-0 sigrinum á ÍF. Eitt vetrarkvøld í 2014 mundi dreymurin at spæla fótbólt fari í knús, tá hann spældi innandurafótbólt.
Tað eru tveir “Dysturin hesa vikuna” í blaðnum hesaferð. Sostatt eru spælararmetingar frá bæði klassikaranum í Klaksvík millum KÍ og HB, og dystinum í Runavík millum NSÍ og ÍF. Les eisini um HB, sum svav í eitt “Splidt-sekund”.
Elisabet Vang, sum vann Fitness Føroyar í bólkinum Ladies figure, svarar fimm spurningum. Millum annað hvussu tað spælir saman, at hon er á fótbóltslandsliðnum samstundis sum hon kappast í fitness.
Ummælið er av bókini “Tænk som en vinder” hjá Eskild Ebbesen, quzzin snýr seg um kurvabólt klumman er um uppslítandi nevndararbeiði og so verður eisini tikið samanum í 1.deild, FM í kurvabólti og stuttsøgd ítróttartíðindi.