Ársins leiðari skal heiðrast í dag

Stór leiðsluráðstevna verður á Hotel Føroyum, har leiðarar úr øllum landinum hittast til Leiðaradagin 2019

Í dag fer Synergi at kjósa ársins leiðara. Stór leiðsluráðstevna verður á Hotel Føroyum, har leiðarar úr øllum landinum hittast til Leiðaradagin 2019.

 

- Ársins leiðari er tignarligasti heiðurin, ein leiðari í Føroyum kann fáa. Júst hvør fer avstað við heiðrinum í 2019, verður avdúkað kl. 16.00, skrivar Synergi.

 

Hesi eru í uppskoti: 

Leiðarar í tí almenna:

Dennis Holm, borgarstjóri, Vágs kommuna
Hedvig Johansdóttir, stjóri Dugni
Joel undir Leitinum, stjóri Posta


Leiðarar í tí privata:


Árni Ellefsen, stjóri, BankNordik
Árni Jakobsen, stjóri, SMJ
Jonhard Mikkelsen, stjóri, Sprotin

 

 

Temað fyri dagin verður kallað "Skal tað geva meining?", og fleiri røðarar verða á skránni. Høvuðsrøðari á degnum verður Morten Albæk, sum er kendur frá síni tíð sum samskiftis- og marknaðarstjóri í stóru donsku vindmyllufyritøkuni, Vestas. Morten Albæk er nú aktuellur við bókini ”Ét Liv. Én Tid. Ét Menneske – Hvordan vi glemte at leve et meningsfuldt liv”.

 

Í dómsnevndini 2019 sita Christian Nagata, sjóri Sendistovan, Guðrið Højgaard, stjóri Visit Faroe Islands og Súsanna Olsen, námslektari á Fróðskaparsetur Føroya.