Ársins Leiðarar skulu kjósast

Synergi kunngjørdu í gjár nøvnini á teimum seks, sum eru í uppskoti ðat fáa heiðurin sum ársins leiðari. Ein heiður, sum verður latin á leiðaradegnum, sum verður hildin fríggjdagin.
Dómsnevndin, sum tekur endaliga avgerð um, hvør verður Ársins leiðari 2010, hevur nú funnið fram til tríggjar top-kandidatar innan bæði tað privata og tað almenna. Teir tríggir leiðararnir, sum eru í uppskoti innan privatu vinnuna, eru Johannes Jensen, stjóri á Hotel Føroyum, Hans Andreas Joensen, stjóri hjá Thor, og Jón Danielsen, stjóri hjá Articon
Eisini innan tað almenna skal ársins leiðari kjósast, og eru tey trý, sum eru í uppskot Herman Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya, Tórmóður Stórá, læknafakligur depilsleiðari á psykiatriska depilinum, og Petra Johnsdóttir Joensen, stjóri á Almannastovuni.