Fríggjadagin 2. november klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2018, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kapingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
Tað eru venjarar, liðskiparar, tíðindsfólk og viðmekrjarar, ið atkvøða. Í fjør komu nýggjur heiður, sum er ársins landsliðsspælari. Tá var tað hjá monnum, nú er tað hjá kvinnum. Nú er greitt hvørjar eru tilnevndar til ársins landsliðsspælari 2017/2018. Hetta eru tær, sum hava fingið flest atkvøður í bókstavarøð.
Ársins landsliðsspælari hjá kvinnum:
Ansy Jakobsen, EB/Streymur/Skála
Heidi Sevdal, HB
Lív F. Arge, FCN
Fótbóltsgalla 2018 verður í Reinsaríinum í Havn, og verður sent beinleiðis á FM1 fríggjakvøldið klokkan 20.