Eyðun og Terji, DJ Neon og DJ Cool framføra leygardagin 12. september til eitt stórt tónleikatiltak í Høllini á Hálsi. Tað er fyritøkan eventz.fo, sum skipar fyri tiltakinum, Ársins Konsert og DJ Show, í samstarv við Mess.
Fyrstu atgongumerkini sera bílig
Týsdagin 1. september byrjar forsølan av atgongumerkjum á Mess skrivstovuni í Havn.
Tey fyrstu 10 atgongumerkini kosta einans 10 krónur stykki! Og tey næstu 50 fara fyri einans 50 krónur stykki. Tá hesi 60 eru seld, fer prísurin upp á 125 krónur. Við dyrnar verður kostnaðurin 150 krónur.
Vinn atgongumerki longu nú
Hug at royna eydnuna? Send sms til 1919 við tekstinum MESS og royn at vinna eitt atgongumerki. Kostnaður fyri hvørt sms-boð er 2 krónur umframt vanligan sms takst.
Kom við av bygd
Bussar koyra til tiltakið úr Fuglafirði, Vestmanna og Vágunum. Tilmelding fer fram á 21 77 52 í seinasta lagi 12. september kl 15.00. Heitt verður á fólk um at bíleggja buss í góðari tíð, tí tað er avmarkað pláss.
Tiltakið er frá klokkan 23.30 til klokkan 04.00 Aldursmarkið er 15 ár.










