Kim Hansen, Laila Carlsen og Malan Eyðunsdóttir eru til reiðar at fara undir konsertrøðina »Árins Jólakonsert«. Tey fara at hava fimm konsertir kring landið og fara at spæla kendar føroyskar og útlendskar sangir.
Fyrst og fremst vera tað jólasangir, tey fara at spæla. »Nú eru jól«, »Jól eru nær«, »Step Into Christmas«, »When I Think Upon Christmas«, »Christmas Time« og fleiri. Og tað kann vera, at tey eisini fara at syngja stórhittini »Maria« og »Syngja sama lag«.
Fyrsta konsertin verður í Spinnarínum í Klaksvík nú leygarkvøldið 28. november kl. 19:00.











