Ársins hondbóltsleikarar kosnir

Leygarkvøldið verða ársins leikarar í mans- og kvinnuhondbólti kosnir. Bestu spælararnir í FTZ-deildini og Hvonn-deildini verða kosnir á stóru hondbóltsgallaveitsluni, sum verður í HB-húsinum í annaðkvøld.

 

Umframt at ársins spælarar verða valdir, verða bestu áleyparar, verjuleikarar, málverjar og ársins stjørnuskot kosin. Eisini verða ársins venjarar og ársins dómarar valdir.

 

Tey, sum atkvøða, eru venjararnir í FTZ-deildini og Hvonn-deildini, A-landsliðsvenjararnir, eitt leikaraumboð fyri hvørt liðið í bestu mans- og kvinnudeildini og umboð fyri fjølmiðlarnar.

 

Eisini velja A-landsliðsvenjararnir ársins lið hjá bæði kvinnum og monnum.

 

Í fjør var Peter Krogh úr H71 kosin til ársins spælara hjá monnunum. Ársins spælari hjá kvinnunum var Maja Dragoljubovic úr Kyndli.