Ársins handil 2002 og 03 lønar nú sínum starvsfólki, sum tey meta eigur stóran part í heiðurinum fyri at verða kostin ársins handil tvær reisur.
15 starvsfólk fara Dýra Biðidag eina ferð til Danmarkar, har tey verða um vikuskiftið. Tey fara rættuliga at hugna sær og bert slappa av. Ein túr í Tivoli, onkran túrin út at eta góðan mat og annars njóta Keypmannahavn.
? Tað er umráðandi at starvsfólkini eisini fáa høvi at hugna sær saman uttan fyri vanliga arbeiðstíð, heldur Birgir Andreasen.
Hann leggur afturat, at tað ikki er meira enn náttúrligt, at starvsfólkini eisini fáa ein part av æruni fyri heitið hjá handlinum.
Í sambandi við kappingina um at gerast ársins handil, vunnu tey bæði, Birgir og Elsebeth, eitt gávukort uppá 15.000 krónur, sum eisini verður nýtt til hetta endamálið. Og so rindar fyritøkan restina, so at øll starvsfólkini kunnu fara hendan túrin.
Næstan øll koma við, okkurt einkult avboð er tó komið. Tey fara sum sagt fríggjadagin og verða aftur í Føroyum sunnudagin.










