Ársins Fyrstuhjálpari 2007

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum “Ársins Fyrstuhjálpari 2007”.

Tann, sum verður kosin “Ársins Fyrstuhjálpari 2007”, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.


Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Endamálið er ikki einans at tilnevna “Ársins Fyrstuhjálpara 2007”, men eisini at eggja øðrum til at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri mannalív kunnu bjargast.


Politi, bjargingarfeløg, virkir, stovnar og einstaklingar kunnu lata inn uppskot, ið verða viðgjørd av nevndini í Reyða Krossi Føroya.


Serligt oyðublað, ið er sent politistøðunum kring landið og annars, fæst frá Reyða Krossi, verður at senda Reyða Krossi Føroya í seinasta lagi 31. januar 2008. Adressan er: Bryggjubakki 10 (postboks 1015) FO 110 Tórshavn.


Ætlanin er at tilnevna “Ársins Fyrstuhjálpara 2007” mánadagin tann 11. februar 2008.