Ársins fyrsti filmur hjá Klippi

Mánakvøldið 26. januar klokkan 20:00 verður ársins fyrsti filmurin hjá KLIPPI sýndur í Norðurlandahúsinum. Filmurin er íslendskur og eitir »Nói, Albinói«

FILMUR
Tíðindaskriv

Eins og í undanfarnu filmum henda veturin, er talan um ein ungan leikstjóra, Dagur Kári, sum ger fyrsta spælifilmin. Filmurin er um trupla dreingin Nóa, sum er albino og býr á bygd í Íslandi, har happing ikki ger honum tilveruna lættari. Tí heitið »Nói, Albinói«. Hesin hugvekjandi, virðislønti filmur verður sýndur í Norðurlandahúsinum mánadagin hin 26. janu-ar 2004 klokkan 20:00.
Heimsins stórta filmstíðarrit VARIETY segði um íslendska filmin »Nói, Albinói«:
»Icelandic cinema digs out a major new talent with NÓI ALBINÓI, the feature début of award-winning short filmmaker Dagur Kári. Portrait of a gifted teen rebelling against lifes limits in a frozen coastal village communicates directly with auds through an inspired mix of realism, humor and metaphor.« (Deborah Young - VARIETY)
Filmurin »Nói, Albinói« vann virðisløn sum besti norðurlendski filmurin á filmstevnu í Göteborg 2003. Sama árið fekk filmurin Moviezone virðislønna í Rotterdam og tvær fyrstuvirðislønir í franska býnum Angers, har ungir, evnaríkir evropeiskir filmsleikstjórar verða bodnir á hvørjum ári.