Ársins fyrsta bátastevna verður leygardagin

Skráin fyri bátafestivalin á Toftum, sum verður í vikuskiftinum, er løgd, og her er mangt og hvat á skránni, bæði til børn, tilkomin og eldri, sum saktans kunnu hugna sær eina løtu á festivaløkinum.

Einasta tiltak á skránni fríggjakvøldið, 3. mai, tá skráin fyri festivalin byrjar, verður diskotek, sum verður í tjaldinum á festivaløkinum.

Leygardagurin, 4. mai, byrjar sum vanligt við, at bátarnir, sum eru savnaðir í Skálafirði og sum annars ætla sær við uppí bátafylgið, seta kós út á Toftir klokkan 12.30.

Hálvan annan tíma seinni - ella klokkan 14 - koma bátarnir í Oyrahavnina, og tá siglt verður inn, og bátarnir verða lagdir til bryggju, setir Harmonikuliðið sín dám á.

Hálvan tíma eftir landkomu, verður borðreitt við suppu og øðrum í matarhøllini á fiskavirkinum.

Klokkan 16 seinnapartin leygardagin byrja tey ymisku tiltøkini, og millum tey mest umtóktu, er sølan av festivalbúffum, sum byrjar klokkan 16 og heldur fram til klokkan 19.

Um somu tíð, sum sølan av búffum byrjar, letur eisini pylsuvognurin upp, og ymisku tiltøkini byrja á tivoliøkinum. Her verður eitt nú Leikaland, andlitsmáling og tombola.

Seinnapartin verður eisini sangur og fyrsta kórið, sum kemur at syngja, er barnakór úr Nebo. Klokkan 16.30 fer kórið úr Undirhúsinum á Toftum at syngja, og klokkan 17 syngur kór úr Thabor.

Tá kórsangurin er liðugur, verður skattajakt við kaptain Gardar.

Millum kend nøvn, sum koma at seta sín dám á við sangi og tónleiki tíðliga leygarkvøldið, eu brøðurnir, Árni og Marner Andreassen - og Kristina Bærentsen.

Sum kvøldið gongur, verður dansur í tjaldinum á havnalagnum, og her verður tað eingin minni enn countrykongurin, Hallur Joensen, ið kemur at syngja og spæla.