Nú fara vit inn í eitt nýtt ár, og 2020 fer altíð at standa sum árið, tá ið heimurin bleiv raktur av koronafarsóttini. Men hvat væntar Debes H. Christiansen av nýggja árinum? Verður tað gerandisdagur aftur?
- Eg rokni við, at nú í byrjanini av árinum fara vit undir at koppseta heilsustarvsfólk og fólk, sum eru í ymsum vandabólkum. Tað fer at gera tað nógv tryggari at koma á eitt nú eitt ellisheim, og tað veit eg, at nógv starvsfólk á slíkum heimum annars hava verið bangin um, sigur hann.
Hann er tó ikki í iva um, at vit fara at fáa ein meiri vanligan gerandisdag aftur.
- Tað er heilt 100 prosent sikkurt, at vit fara at fáa ein meiri vanligan gerandisdag aftur. Tá ið vit nærkast summarinum aftur, vænti eg at tað líkist sær sjálvum aftur, hóast vit tó ivaleyst framvegis fara at vera eitt sindur meiri ansin, enn vit vóru undan korona, sigur hann.