Ársins danski DJ í Føroyum

Leygarkvøldið vendir Dj Kato plátum í Eclipse

Danski plátuvendarin er nógv frammi í heimlandinum í løtuni og vann bæði "Årets Danske Mainstream DeeJay" og "Danish Deejay Battle" í 2007. Harumframt hevur Kato framleitt fleiri stór hitt fyri onnur tónleikanøvn, eitt nú Infernal, DJ Aligator og The Loft. Tónleikurin hjá Kato hoyrir til breiða House-tónleikin við íblástri frá soul, funk, klassiskum, hip hop og R’n’B. Sum plátuvendari leggur Kato seg eftir at endurframleiða tann tónleik, ið er uppi í tíðini.