Eftir ætlan skuldi stór musikkstevna verða á Tvøroyri Dýra biðidag.
Hetta er tann afturvendandi stevnan fyri hornorkestur, sum er Dýra biðidag á hvørjum ári.
Eftir ætlan skuldu einir 220-230 blásarar úr øllum landinum hittast í Suðuroy, umframt onnur huga so tilsamans skuldu yvir 300 fólk hittast á stevnuni.
Men hendan stevnan mátti avlýsast.
?Nú Smyril er farin á beding, og Claymore siglur fyri hann, varð ongin trygd fyri, at tað bar til hjá teinum at sleppa aftur og fram, og tí máttum vit avlýsa stevnuna, sigur Anna Kirsten Thomsen, sum er ein av fyrireikaruum.
Hetta heldur hon er ógvuliga harmiligt, tí hetta er dagurin, sum allir hornblásarar í landinum gleða seg til.
? Hetta er ársins størsti dagur hjá teimum, sum spæla í hornorkestri og hetta er dagurin, sum øll venjing, alt árið miðjar fram imóti, tí hetta er dagurin ,tá ið teir sleppa at vísa hvørjum øðrum, hvat teir duga.
Av tí, at hetta er eitt so stórt tiltak, eru fyrireikingarnar longu farnar ígongd. Men tað er alt farið í vaskið. Ítróttarhøllin var bíløgd til tað stóru konsertina, veitslumatur til 300 fólk var umbiðin, skráir og sangir vórðu prentaðir og dansiorkestur varð biðið.
?Men so fer alt í fisk tí at ferðsambandið verður skert og tað er ov vánaligt.
Tað eru níggju ár síðani at hornorkestrið á Tvøroyri seinast var vertur fyri hornorkestur stevnuni, so hetta var eitt tiltak, tey høvdu glett seg ómetaliga nógv til.
Nú tað var neyðugt at avlýsa stevnuna, verður ístaðin eitt skert tiltak á Oyrabakka, men tað verður ikki tað sama.
? So royna vit aftur næsta ár- um politikarar og Strandferðsla annars vilja.
? So ístaðin fyri at sleppa frá at fara av oynni fyri einaferð skuld, noyðast vit nú norður á Oyrabakka.
? Men sum tey einastu í landinum, sleppa vit ikki heimaftur um kvøldið, men mugu liggja nátt norðan fyri, sigur Anna Kristin Thomsen.









