Ársins brúkaravirðisløn avdúkast

Hósdagin verður avdúkað, hvør fær brúkaravirðislønina hjá Brúkaraumboðnum í ár

Tað fer fram á almennari móttøku í Listaskálanum hósdagin frá klokkan 15-16

- Endamálið við brúkaraprísinum er at varpa ljós á týdningin av brúkaravernd, prísgjøgnumskygni og sum heild góðum marknaðarføringarsiði, sigur brúkaraumboðið, Andras Holm Arge

Hetta er triði fer, Brúkaraumboðið, ið hevur virkað síðani 1. apríl í 2009, letur virðislønina.

- Ætlanin er at lata brúkaravirðislønina á hvørjum ári, fyri at eggja fyritøkum og einstaklingum framhaldandi at virka fyri góðum marknaðarføringarsiði, til frama fyri føroyska brúkaran.

Í 2010 var tað SMS, sum fekk virðislønina go í fjør var tað Georg L. Petersen, tíðindamaður, ið fekk virðislønina fyri upplýsandi sendingar og greinar um brúkaraviðurskifti