Ársins bilur í Evropa 2004

Fiat Panda er av evropeiskum motorjournalistum í kosin "Car of the Year 2004". Panda er ein nútímans og framkomin bilur í allar mátar við nógvum elektroniskum trygdarskipanum og t.d seks airbag

Við 281 atkvøðum kom Nýggi Fiat Panda á eitt fyrsta pláss í kappingini um at blíva ársins bilur í Evropa 2004. 55 út av 58 motorjournalistum atkvøddu fyri Fiat Panda, harav 16 valdu hann á eitt 1. pláss.

Bilarnir verða dømdir eftir designi, komfort, trygd, bensin- ella oljunýtslu, hvussu praktiskir og umhvørvisvinarligir teir eru, og um teir eru pengarnar verdir.

Í mun til støddina er nýggi Fiat panda ein smartur og praktiskur familubilur, sum samstundis er væl egnaður til býkoyring. Bilurin er væl innrættaður og plássið væl útnýttað, bæði hvat persónum og viðføri viðvíkur. Panda er ein nútímans og framkomin bilur í allar mátar. Hann hevur nógvar elektroniskar trygdarskipanir og t.d airbag framman, í síðunum og gardinarbag.

Tað eru umleið tveir mánaðir síðan nýggi Panda kom á marknaðin, síðan tá hava 95.000 kundar bílagt sær ein Panda. Í Danmark eru seldir 400 bilar síðan 21.september.