Ársins bilur í Danmark er ein el-bilur

VW ID.3 er ársins bilur í Danmark 2021.

 

Tað var í kapping í finaluni við Seat Leon og Toyta Yaris. Tað er annað árið á rað, at ein el-bilur er ársins bilur í Danmark. Fyri árið í ár var tað Tesla Model 3.

Sigur kemur, nú sølan av el-bilum í Danmark rættiliga hevur tikið dik á seg. Nú eru skrásettir 10.000 el-bilar í Danmark, sum svarar til 5,6 prosent av samlaðu søluni. Tað er meira enn ein tvífalding í mun til í fjør. Plugin-hybridbilar eru umleið átta prosent í Danmark.

ID.3 fekk vann ein tryggan sigur av teimum sjey finalistunum, men tað var tó ikki so langt framman fyri nummar tvey og trý. Seat Leon vann tepurt á Toyta Yaris.

Í dómsnevndini handan Ársins Bil í Danmark eru 22 bilserfrøðingar sum partur av Danske Motorjournalister.

Í Danmark hava tey kosið ársins bil síðani 1969, tá Ford Capri sum tann fyrsti vann heiðurin í Danmark sum ársins bilur.

Hesi sjey bilarnir vóru í finaluni:

Nr.

Model

Point

1

VW ID.3

150

2

Seat Leon

122

3

Toyota Yaris

114

4

Peugeot 2008

91

5

BMW 4-serie

64

6

Honda e

63

7

Renault Captur

56

##med2##

Hesir bilar hava vunnu sigurin sum Ársins Bilur í Danmark síðani 1969:

1969: Ford Capri

1970: Fiat 128

1971: Citroën GS

1972: Fiat 127

1973: Audi 80

1974: Fiat 126

1975: VW Golf

1976: Simca 1307/1308

1977: Ford Fiesta

1978: Alfa Romeo Guilietta

1979: Fiat Ritmo

1980: Opel Kadett 1.3

1981: Ford Escort 1.3 L

1982: VW Polo

1983: Ford Sierra

1984: Fiat Uno

1985: Opel Kadett

1986: Ford Scorpio

1987: Peugeot 309

1988: Peugeot 405

1989: Fiat Tipo

1990: Renault 19 GTX

1991: Nissan Primera

1992: Citroën ZX

1993: Mazda 626

1994: Citroën Xantia

1995: Fiat Punto

1996: Fiat Bravo/Brava

1997: Skoda Octavia

1998: Alfa Romeo 156

1999: Ford Focus

2000: Fiat Multipla

2001: Skoda Fabia

2002: Peugeot 307

2003: Citroën C3

2004: Mazda 3

2005: Mitsubishi Colt 5D

2006: Seat Leon

2007: Opel Corsa

2008: Mazda 2

2009: Honda Jazz

2010: VW Polo

2011: Ford C-Max

2012: Opel Ampera

2013: Seat Mii/Skoda Citigo/VW Up

2014: Skoda Octavia

2015: Citroën C4 Cactus

2016: Opel Astra

2017: Peugeot 3008

2018: Seat Arona

2019: Ford Focus

2020: Tesla Model 3

2021: VW ID.3

##med3##