Ársins altjóða kapping á Tórsbreyt

Nú verður tað, tey nevna ársins altjóða tiltak, á Tórsbreyt í Havn.

 

Tað verður tann 4. August, tá ið ung og vaksin úr Svøríki, Íslandi, Danmark og Føroyum, fara at kappast í ymsum greinum í frælsum ítrótti.

 

Og besti luttakari hjá kvinnum og monnum, tað er tann, ið skorar flest stig á stigatalvuni hjá IAAF, fær heiðursløn og heitið “Ársins jøtun 2012” og “Ársins jøtna 2012”.

 

Hetta er triðja árið á rað, at Ítróttafelagið Hvirlan í Havn skipar fyri altjóða kapping, og teimum dámar væl, at tey, sum íðka frælsan ítrótt í Føroyum, føroysk fáa høvi at kappast móti útlendingum her heima.

 

- Hetta er dagurin, tá ið ítróttahugað fólk í Havn og kring landið sleppa at síggja dugnalig ítróttafólk kýta seg.

 

- Umframt tað kappingarliga og ítróttaliga er tiltakið eisini eitt slag av norðurlendskum vinalagi og samstarvi, og júst hetta er ein málsetingur, og ein partur av virðisgrundarlagnum hjá ítróttarfelagnum, Hvirluni, sum skipar fyri.