Ársfundur í NEAFC 2008

Ársfundurin í NEAFC var í London í døgunum 10.-14. november 2008. NEAFC er nevndin fyri samstarv um fiskiveiðu í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum og tekur sær fyri tað mesta av fiskiskapi í altjóða sjógvi. Føroyar luttaka í NEAFC saman við Grønlandi í eini felags sendinevnd undir heitinum ?Denmark in respect of the Faroe Islands and Greenland? (DFG). Innan NEAFC samstarva limalondini Føroyar/Grønland (DFG), ES, Ísland, Noreg og Russland um skipanir fyri fiskiskapi í altjóða sjógvi í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum. Ársfundurin hesu ferð viðgjørdi m.a. fiskiskapin í altjóða sjógvi eftir svartkjafti, norðhavssild og makreli, fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum og norðanfyri, djúphavsfiskiskap, umframt økisfriðingar í altjóða sjógvi.

Við støði í avtalunum, sum strandalondini hava undirskrivað um svartkjaft, norðhavssild og makrel, samtykti fundurin reguleringar fyri fiskiskapin eftir hesum felags ferðandi fiskastovnum í altjóða sjógvi í 2009.

Í kjalarvørrrinum av eini ST-samtykt hevur NEAFC sett fleiri tiltøk í verk fyri at verja viðbrekin havøki í altjóða sjógvi móti skaðiligum árinum av botnfiskiskapi.

Ársfundurin viðgjørdi eisini mál um fiskiveiðieftirlit, fíggjar- og umsitingarmál, veiðihagtøl, umframt samstarv við aðrar økisfelagsskapir.

Í føroysku sendinevndini vóru umboð fyri Uttanríkisráðið, Fiskimálaráðið, Fiskirannsóknarstovuna, Sendistovu Føroya í London, Fiskiveiðieftirlitið og Reiðarafelagið, les meira um ársfundin á www.fisk.fo