Ársfrágreiðingin hjá Fiskirannsóknarstovuni er nú ársrit og eitur Sjóvarmál Til 2006 gav Fiskirannsóknarstovan út ársfrágreiðingar, sum lýstu tað farna kalendaraárið, men nú skal ársritið fylgja fiskiárinum ístaðin fyri.
Hetta er nú broytt við ritinum Sjóvarmál, sum bæði lýsir virksemið í farna ári, men sum harafturat hevur nýggjasta tilmælið og tøl frá nýggjastu gróðurkanningunum við.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at ætlandi skal ritið koma út fyrst í september á hvørjum ári, soleiðis at tað kemur at fylgja fiskiárinum heldur enn kalendaraárinum.