Til 2006 gav Fiskirannsóknarstovan út ársfrágreiðingar, sum lýstu tað farna kalendaraárið, men nú skal ársritið fylgja fiskiárinum ístaðin fyri. Hetta er nú broytt við ritinum Sjóvarmál, sum bæði lýsir virksemið í farna ári, men sum harafturat hevur nýggjasta tilmælið og tøl frá nýggjastu gróðurkanningunum við. Fiskirannsóknarstovan sigur, at ætlandi skal ritið koma út fyrst í september á hvørjum ári, soleiðis at tað kemur at fylgja fiskiárinum heldur enn kalendaraárinum.









