RSF legði klokkan 13.13 eina ávaring út á facebook síðu sína, har mælt verður frá at koyra bátarnar við vogni til Vestmannar.
Klokkan 16.35 legði RSF eitt nýtt uppslag á veggin, har ávara var ímóti vindi og hvirlum á Vestmannavegnum.
Hetta varsemið er óiva ein fylgja av óhappunum sum eru hend seinastu árini, har bátar eru komnir til skaða av nógva vindinum. Seinasta dømi man vera á varmakeldu í 2013 har millum annað 6-mannafari hjá argjamonnum, Lómur kom til skaða.
Fjarðastevna er í morgin í Vestmanna, har barnaróðurin fer í gongd klokkan 13.30 og FM róðurin klokkan 15.00. Vindurin skal, sæmbart yr.no, minka niður í fimm metrar um sekundi fyrrapart og 7 metrar um sekundi seinna part, umframt nakað av regni tá róð verður.