Annika V. Dalsgarð er fyribils formaður hjá RSF, eftir at formaðurin, Tóki H. Niclasen hevur lagt sessin frá sær. Annika skal røkja sessin til eykaaðalfundin, sum verður 14. septembur.
Tóki metti seg ikki at hava tíð til starvið longur, og segði harvið sessin frá sær, fyri at lata annan skikkaðan persón koma framat. Annika V. Dalsgarð er næstformaður og tekur tí við sessinum fyribils.
Eg eri bert virkandi formaður til eykaaðalfundurin hevur verið, og feløgini kring landi hava valt sær ein nýggjan formann og nevnd. Tað at Tóki ikki metir seg hava tíð, er ein erlig søk, og skilnaðurin var í sátt og semju”
Tóki Hartmann Niclasen hevði tók við sum formaður 23. apríl í ár, og kritikkur og mótgangur hevur ikki verið lítil. Tó so, hevur hetta onki at gera við fráfaringina, sigur Tóki.
Orsøkin at eg fari frá er at eg føli at tað eru fólk, sum betur fáa røkt formanssessin. Eg havi ikki eingongd tíð at vera hálvur í sessinum, vegna fyritøkuna á Tvøroyri, og tí haldi eg tað er tað einasta rætta.”
Eg haldi í veruleikanum at tað hevur gingið betur enn fólk vilja vera við. Hendingin í Hvalvík er sjálvandi burturvið, men nevndin er púra greið yvir hvat skal gerast betur, hesum viðvíkjandi. Í Vestmanna bleiv róðurin seinkaður ein tíma, men so leingi tú hevur við veður og vind at gera, er onki garanti fyri at alt gongur eftir ætlan. At tað bleiv so nógvur streymur, kundu fyriskipararnir í Vestmanna onki gera við, sigur Tóki.
Tóki hevði nøkur hjartamál sum hann tíverri ikki náddi at fremja. Millum annað vildi hann hava barnaróðurin meira í rampuljósið; Eg haldi at tað er uppá sítt pláss at barnaróðurin verður tikin upp, eins og tey vaksnu vera. Uttan at taka nakað frá nøkrum øðrum, men hetta er ikki nakar piltadystur í Gundadali talan er um, men tjóðarítróttur okkara, sum vit øll halda so nógv av, sigur Tóki.
Til síðst vil eg biðja føroya fólk taka væl ímóti komandi nevnd, og eg vóni at tey møta somu vælvild og áhuga sum eg havi. Tí føroyskur kappróður er í framgongd, og tað er feløgunum og rógvarunum at takka. Uttan teirra vælvild, kemur kappróðurin ongan veg, endar Tóki.
Nýggja nevndin verður sett, til eykaaðalfundin mikudagin 14. septembur klokkan 17, í RSF húsinum.