Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur sent nývalda forsetanum í Egyptalandi, Mohamed Mursi, bræv, har hann mælir honum til at virða tann 30 ára gamla friðarsáttmálan millum tey bæði londini. Sambært ísraelska blaðnum Haaretz fekk Muesi brævið ein av teimum seinastu døgunum.
Blaðið veit at siga, at í brævinum ynskir Netanyahu forsetanum tillukku við valinum og bjóðar sær til at samstarva við ta nýggju stjórnina í Kairo.
Ísrael og Egyptaland skrivaðu undir friðarsáttmála í 1979, eftir at krígsstøða hevði verið millum londini síðani 1948. Egyptaland hevur hildið sáttmálan øll árini undir Hosni Mubarak, men tá hann bleiv noyddur frá í fjør, fóru fleiri í Ísrael at ivast í, um tann næsta leiðslan fór at virða sáttmálan.










