Royting í Koltri

- Í Koltri dámar okkum best at sleppa á fjall í áseyðaroyting so tíðliga sum gjørligt, sigur Bjørn Patursson.

- Í Koltri dámar okkum best at sleppa á fjall í áseyðaroyting so tíðliga sum gjørligt. So skjótt, sum klippararnir eru tøkir, plaga vit at liggja framvið.

 

Tað skrivar Bjørn Patursson á Facebook-síðuni - Koltur - nú tíðin er komin til, at seyðurin verður royttur. Hann vísir á, at tað aftur í ár eydnaðist at fáa ein klippara at koma út í Koltur longu leygardagin 2. juli.

 

- Av tí, at tad ofta liggur mjørkahattur Uppi á Oyggj um morgunin, avgjørdu vit at savna alt fólkið, sum komið var út fríggjakvøldið 1. juli, til at reka fyrstu gongu inn á bøin.

 

Bjørn Patursson sigur, at hetta varð gjørt fyri, at klipparin, sum kom út í Koltur leygardagin - ella dagin eftir - kundi sleppa til arbeiðis so skjótt sum til bar.

 

- Hetta eydnaðist avbera væl og alt, sum krúpa kundi, var á fjalli. Vit fingu 106 ær við lombum inn á bøin, sigur Bjørn Patursson.