Roysningurin, sum herfyri fekk sendara á, er nú í Froðba.
Í gjárkvøldið kom hann upp á land í Víkargerði, og tá sóu fólk, at roysningurin bløddi nakað, har sum sendarin situr.
Hóast roysningurin bløðir og sárið sær sindur ógvusligt út, hevur hann ikki pínu. Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur, sum setti sendaran á roysningin í mars mánaði.
- Tað kann síggja ógvusligt út, men alt er, sum tað skal vera. Tað er soleiðis, at sendarin dettur av roysninginum av sær sjálvum, eina tíð eftir at hann er settur á. Roysningurin hevur ivaleyst eisini ligið á sendaranum, og tí kann sárið síggja eitt sindur stórt út, men roysningurin merkir ikki stórvegis til hatta, sigur Bjarni Mikkelsen.
- Sárið hjá roysninginum kann samanberast við, tá vit menniskju fáa eina flís í fingurin. Tað órógvar nakað, men har er ikki nøkur ógvuslig pína, sigur Bjarni Mikkelsen.
Hann vísir á, at fólk hava vent sær til hansara, tí tey halda eisini, at roysningurin ikki hevur tað gott og sær illa út.
- Fólk tosa um, at roysningurin hevur reyð eygu, tykist sløvur og sær ikki út til at trívast. Men roysningar hava altíð reyð eygu og av natúr er ikki nógv veiggj í teimum. Eg havi sæð roysningin, og alt er, júst sum tað skal vera, fortelur Bjarni Mikkelsen.
Hann væntar, at sendarin er dottin av roysninginum innan ein mánað.
Bjarni Nygaard tók í gjárkvøldið myndir við telefonini av roysninginum.
Eisini gjørdi Bjarni Nygaard eina upptøku av roysninginum, sum hann hevur lagt út á Facebook. Hon kann síggjast her