Roynist tyrlan væl keypir Atlantsflog fleiri

Hósdagin kom ein nýggj AW 139 tyrla í flotan hjá Atlantic Airways á verksmiðjuni AugustaWestland uttan fyri Milano í Italia

- Roynist tyrlan væl, er hugsandi, at Atlantic Airways sum frálíður fer at skifta út væl kendu Bell tyrlurnar við AW 139 tyrlur,? sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Tað sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflog. Hendan AW 139 tyrlan telist millum tær mest framkomnu yvirhøvur. Farið varð undir framleiðsluna fyri fáum árum síðani. Tyrlan hjá Atlantic Airways var nummar 129 í røðini. Nógv verður spurt eftir hesum slagnum av ¬tyrlum, og verksmiðjan hevur fulla ordrabók til 2011.

AW 139 er sera væl umtókt í frálandavinnuni. Fleiri oljufeløg eru farin at seta strangari krøv til tyrluflutning. AW 139 er millum tær tyrlurnar, sum feløgini viðurkenna, tí hon hevur so stóra motororku og gott pláss umborð. Tyrlan flytur 15 ferðafólk, men í frálandavinnuni verða sum oftast flogið við 12 fólkum í senn.

AW 139 er eisini væl umtókt sum bjargingartyrla. Tyrlan er rúmlig at arbeiða í, hevur stóra motororku og flýgur skjótt og langt. Í Bretlandi, Írlandi og Noregi eru gjørdir fleiri sáttmálar um at nýta AW 139 tyrlur til leiting og bjarging.

Í grannalondunum fyri vestan er áhugin fyri hesi tyrluni stórur. Air Greenland hevur gjørt fyribilssáttmála um fýra tyrlur, og íslendingar hava eisini áhuga fyri tyrluni til leiting og bjarging.

Mekanikarar hjá Atlantic Airways hava verið á skúlabonki í Italia, og í løtuni eru eisini flogmenn hjá felagnum í Milano, har teir skulu venja seg at flúgva við nýggju tyrluni.

Magni Arge sigur, at Atlantsflog miðar eftir at flyta tyrluna heim til Føroya síðst í apríl, men steðgurin kann gerast stuttur, tí útlit eru til at fáa tyrluna í rakstur uttan fyri Føroyar longu tíðliga í summar.

Við í ferðalagnum, sum tók ímóti tyrluni á verksmiðjuni í Milano, vóru eisini umboð fyri fiskimálaráðið og MRCC, sum kunnaðu seg um nýggju tyrluna.