Nýggja samgongan hjá grønlendska landsstýrisformanninum Kim Kielsen er longu smildrað, Tað gjørdist greitt, tá samgonguflokkurin Partii Naleraq í gjár boðaði frá, at flokkurin tekur seg úr samgonguni. Sostatt hevur grønlendska stjórnin mist meirilutan í Inatsisartut einans fýra mánaðir eftir, at samgongan bleiv skipað.
Ógreitt er enn hvat næsti leikur verður, men Kim Kielsen má taka støðu til, um hann ynskir at halda fram sum minnilutastjórn, at skipa nýggja samgongu ella útskriva nýval. Men við Sermitsiaq avvísir hann síðsta møguleikan.
- Samfelagið hevur ikki tørv á einum vali nú. Tað er heldur ikki mítt mál. Eg trúgvi og vóni, at tað eydnast at fáa eitt samstarv í lag við hinar flokkarnar í Inatsisartut, sigur Kim Kielsen.
Nei til danskan ognarskap
Tað var á tíðindafundi í gjár, at Hans Enoksen, formaður í Partii Naleraq, boðaði frá avgerðini hjá flokkinum at enda samstarvið. Almenna orsøkin var, at flokkurin ikki kann góðtaka, at Kim Kielsen er í samráðingum við donsku stjórnina um at seta pengar í byggingina av flogvøllum í Grønlandi. Á fundinum bleiv gjørt greitt, at flokkurin undir ongum umstøðum vil góðtaka, at danska stjórnin eigur í flogvøllunum.
Talan er um tó ikki um fyrstu ferð, at flokkurin hevur verið grundleggjandi ósamdur við stjórnina. Tað er ikki meira enn tvær vikur síðan, at flokkurin hótti við samgongusliti, tí hann var ónøgdur við umstøðurnar hjá veiðumonnum í Norðurgrønlandi.
Kim Kielsen hevur tó ongar ætlanir um at lata samgongukreppuna steðga samráðingum við Lars Løkke Rasmussen og donsku stjórnina um grønlendsku flogvøllirnar. Við Sermitsiaq ger hann greitt, at fundurin millum hann og danska forsætisráðharran verður sum ætlað og at ein avtala væntandi verður undirskrivað í dag.
Samráðingar eru byrjaðar
Kim Kielsen upplýsir eisini fyri Sermitsiaq, at hann hevur verið í samband við formenninir fyri hinar samgonguflokkarnar, og hevur fingið vissu fyri, at teir ynskja at halda fram, umframt at teir taka undir við eini møguligari avtalu við donsku stjórnina, ið inniber at danir fíggja ein part av nýggju flogvøllunum.
Harumframt hevur Kim Kielsen verið í samband við í minsta lagi ein av andstøðuflokkunum um eitt møguligt samstarv. Niels Thomsen, formaður fyri andstøðuflokkin Demokraterne, váttar fyri Sermitsiaq, at Kim Kielsen hevur vent sær til hansara, men ger greitt, at hansara flokkur fer ikki at bjarga samgonguni, uttan at fáa nakað afturfyri.
Sara Olsvig, forkvinna í IA, sigur eisini við Sermitsiaq, at størsti andstøðuflokkurin er sinnaður at samráðast við samgonguna, men krevur eins og Niels Thomsen, at so verður samrátt av nýggjum.
Nýggja landsstýrissamgongan hjá Kim Kielsen, ið bleiv skipað 4. mai í ár, varð stuðlað av 16 út av 31 tinglimum. Av teimum 16 tinglimunum átti Parti Naleraq fýra tinglimir og telur samgongan sostatt einans 12 tinglimir í dag.










