Roynir aftur at rógva úr Føroyum til Ísland

Hann royndi í 2012 at rógva úr Føroyum til Íslands, men mátti gevast. Nú roynir hann aftur

 

Í morgin kemur kanadiarin, Chris Duff til Føroya við flogfari.

Men tá ið hann fer úr aftur Føroyum, verður tað í einum lítlum árabáti.

 

Endamálið er at fullføra eina ætlan, hann legði fyri fleiri árum síðani og sum er at rógva í kjalarvørrinum hjá víkingunum úr  Skotlandi til Íslands, og haðani víðari til Grønlands og Kanada.

 

Hann royndi í 2011, men tá mátti hann gevast rættiliga tíðliga, tí veðrið var ikki til vildar.

 

Hann royndi aftur í 2012 og tá eydnaðist honum at koma higar til Føroya, men veðrið varð ongantíð til vildar at halda leiðina fram til Íslands.

 

Men hann hevur ikki givið skarvin yvir og í summar roynir hann aftur, sigur hann á heimasíðu síni.

 

Hann er nú á veg úr Kanada til Íslands og í morgin kemur hann higar í teirri vón, at hann fær blíðari byr hesa ferð.

 

Hann sigur, at í Føroyum ætlar hann at styrkja bátin fyri at fyrireika seg, skuldi hann rent seg í ís undir Grønlandi.

 

Báturin, hann hevur, er 19 føtur og hann ber seg ómetaliga væl, sigur hann og so er bara at bíða eftir veðri.

 

Chris Duff er ógvuliga royndur rógvari. Í 1986 róði hann runt um alt stóra Bretland, Ongland, Skotland og Wales, í kajak.

 

Í 1996 róði hann runt um alt Írland. Í 2000 róði hann runt um Nýsæland og í 2003, róði hann runt um Ísland, saman við tveimum øðrum.

 

- Síðani hevur tað spøkt í høvdinum á mær, hvussu eg kundi samanbinda Stóra Bretland og Ísland, segði hann við Sosialin seinast hann var her.

 

Men er tað ongantíð, hann hevur hugsað, at nú er deyðin í durinum?

 

- Ájú. Tá ið eg róði runt Nýsæland, vóru aldurnar so stórar, at kajakkin brotnaði av um tvøran og tá stóð nógv á, segði Chris Duff í somu samrøðu við Sosialin

 

- Men eg vil kortini siga, at Røstin, suður úr Akrabergi, er ringasti sjógvur, eg havi róð í, legði hann afturat.