Boccia
Um vikuskiftið sendu ÍSB og Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli tveir boccialeikarar av landinum. Danish Open 2001 var á skránni. Kappingin var í Struer, og fleiri hundrað ítróttafólk høvdu leitað sær til Jútlands hesar dagarnara, sum kappast varð.
Unn Mortensn úr Havn leikti í bólti fyri menningartarnað. Unn kom illa frá byrjan, og leygardagin gekst illa í hon. Sunnudagin var tó annað lag á. Unn hevði nú tikið annað skinn um bak, og vann hon fleiri dystir upp í slag. Hon endaði sostatt á triðja plássinum í bólki sínum, og hóast hetta ikki var nóg mikið til at røkka endaspælinum, so bar góði sunnudagurin boð um, at evnini til boccia eru góð.
Ungi strandingurin, Dánial Jákup Djurhuus, sum er rørslutarnaður, fekk royndan. Dánial Jákup hevur innan heilt stutta tíð gjørt rættiliga vart við seg í heimligu kappingunum, og varð hann tí bólkaður saman við stinnastu leikarunum í Danmark. Her eydnaðist tað honum at vinna ein dyst, og í fleiri øðrum dystum sýndi hann heilt gott spæl, veðru sagt í tíðindaskrivi frá ÍSB.
Mariann Øster, landsliðsvenjari, og Aleth Djurhuus, hjálparfólkm vóru eisini við á Danmarkarferðini.










