Royndur tíðindamaður verður blaðstjóri á Dimmalætting

Emil Lisberg Jacobsen tekur við starvinum um góðan mánað

 

Leiðslan á Dimmalætting hevur í dag sett Emil Lisberg Jacobsen sum ábyrgdarblaðstjóra á Dimmalætting. Hann tekur við starvinum 1. august 2019.

Emil L. Jacobsen var fyrstu ferð í starvi á Dimmalætting í 1995. Hann var so burtur í nøkur ár og byrjaði aftur á Dimmalætting í 1999. Í fleiri ár hevði hann ábyrgd av ítróttarredaksjónini hjá blaðnum. Tá Dimmalætting gavst at koma út í 2014, arbeiddi hann á portal.fo eitt skifti. Hann hevur eisini arbeitt á Sosialinum og Dagblaðnum.

Emil L. Jacobsen var í 2014 saman við øðrum fyrrverandi starvsfólkum við til at endurreisa Dimmalætting og hevur síðani arbeitt á blaðnum, fyrst og fremst hevur hann havt ábyrgdina at samskipa blaðútgávuna.

– Tað er gleðiligt, at vit kunnu seta Emil L. Jacobsen sum ábyrgdarblaðstjóra, tí Emil hevur bæði drúgvar royndir við blaðútgávu og holla og breiða vitan um samfelagsviðurskfti. Ein av arbeiðsuppgávunum hjá nýggja ábyrgdarblaðstjóranum verður at seta redaksjonella toymið av nýggjum, sigur Kenneth S. Bærendsen, fyrisitingarstjóri á Dimmalætting.

– Hetta er ein avbjóðing, sum eg eri spentur uppá. Sjálvt um eg havi starvast á Dimmalætting leingi, so verður tað ein øðrvísi avbjóðing at standa við evstu redaksjonellu ábyrgdini. Harumframt gleði eg meg eisini til avbjóðingina at menna Dimmalætting sum fjølmiðil í samstarvi við umsitingarligu leiðsluna, sigur Emil L. Jacobsen.