Royndur slovenskur dómari dømir Víking á Tórsvølli

Nejc Kajtazovič hevur dømt í bestu slovensku fótbóltsdeildini síðani 2012

Í annaðkvøld klokkan 18 spælir Víkingur fyrra dystin í øðrum umfari í Europa Conference League undankappingini.

 

Dysturin verður á Tórsvølli móti slovakiska liðnum, FC DAC 1904 Dunajská Streda. 

 

Tað verður 40 ára gamli Nejc Kajtazovič úr Slovenia, ið verður høvuðsdómari til dystin. Nejc Kajtazovič var fjórði dómari á Tórsvølli, tá Føroyar møttu Skotlandi í HM-undankappingini 12. oktober í fjør.

 

Nejc Kajtazovič hevur dømt í bestu slovensku fótbóltsdeildini síðani 2012. Hann hevur verið høvuðsdómari til 10 dystir millum evropeisk felagslið, og hevur verið fjórði dómari til uppaftur fleiri líknandi dystir.

 

10. juni dømdi Nejc Kajtazovič ein dyst í Nations League deild D millum Andorra og Liktinstein, ið Andorra vann 2-1. Í tí dystinum gav Nejc Kajtazovič fimm gul kort. 

 

FM1 sigur beinleiðis frá dystinum millum Víking og Streda. Sendingin byrjar klokkan 17.50.