Royndur fiskimálaráðharri

Ísland fekk nýggjan fiskimálaráðharra í gjár, men tað er ein royndur politikari, sum nú skal umsita fiskivinnumálini.

Steingrímur J. Sigfússon var eisini ráðharri í fiskivinnu- og landbúnaðarmálum í minnilutastjórnini, sum bleiv skipað í februar í 2009. Frá 1988 til 1991 var hann eisini ráðharri, men ta ferðina umsat hann landbúnaðar- og handilsmál. Árini frá 1991 til 1998 var hann limur í fiskivinnunevndini hjá Altinginum, og hann var formaður í nevndini frá 1995 til 1998.

Tann nýggi fiskimálaráðharrin, sum eisini umsitur landbúnaðarmál og vinnumál, varð fyrstu ferð valdur í Altingið í 1983.