Fyri stuttum fann ein tollari hjá Taks eitt bræv við 77,5 grammum av ecstacy í.
Brævið varð sent til ein bústað í Føroyum og tað var hjá Posta á Óðinshædd í Havn, at brævið varð funnið, sigur Taks. Og í hesum sambandi vórðu tveir mans handtiknir
Ecstacy er eitt sterkt rúsevni og revsingin fyri slíka smugling er hørð, sigur Taks í kvøld.
Sostatt hevur Føroya rættur nú dømt teir báðar menninar, sum skuldu hava brævið at sita í fongsli í ávikavist átta og 14 mánaðir.
Taks sigur, at tey 77,5 grammini kundu verðið seld á svarta marknaðinum í Føroyum fyri góðar 200.000 krónur.