Royndu at seta eld á ruskspannir

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eina fráboðan um, at tað reyk úr tveimum ruskspannum við Agnið í Neshaga. Tað er vegurin av Toftum og til Æðuvíkar, sum gongur framvið vindmyllunum í Neshaga.

 

Har er eitt lítið hvíldarpláss, har nakrir benkur og borð eru sett upp, og tað var í ruskspannunum her, at fólk sóu royk.

 

Tá málið varð kannað nærri sást, at talan ikki var um opnan eld, men kortini reyk úr báðum spannunum. Tað køvdist tó av sær sjálvum, men onnur ruskspannin hevur fingið nógvan skaða kortini.