Ein vápnaður bólkur í Irak, sum verður stuðlaður úr Iran, sigur seg hava lopið á ísraelska frítíðarbýin Eilat við dronum.
Í einari fráboðan sigur islamiska uppreistrarrørslan í Irak, at fýra dronur vórðu sendar móti ísraelska býnum í dag.
Aðrar keldur hava ikki váttað tíðindini hjá uppreistrarrørsluni, men Ísrael sigur seg í dag hava beint fyri trimum dronum.
- Dronurnar nærkaðust eystaneftir, veit Ísrael sambært tíðindastovuni NTB at siga í dag.
Iran hevur eisini hótt við ógvusligum hevndarálopum á Ísrael eftir ísraelsku álopini á Iran herfyri.
Londini hava lopið á hvørt annað skiftandi seinastu tíðina, og nú tosa bæði Iran og Ísrael um hevndarálop á hvørt annað.
##med2##