Royndu at ræna tangaskip

Somaliskir sjórænarar søktu í dag at norska tangaskipinum Front Pride í Indiska Havinum, men tað eydnaðist teimum ikki at taka skipið. Norsku fjølmiðlarnir skriva, at tveir bátar við sjórænarum søktu at Front Pride. Sjórænararnirr skutu eftir skipinum, og nakrir teirra royndu at sleppa umborð á tað. Men tá tað miseydnaðist, tóku álopsmenninir seg aftur og rýmdu.

Bermuda-reiðaríið Frontline hjá norðmanninum John Fredriksen eigur Front Pride. Tangaskipið var á veg úr Singapore til Jemen, tá sjórænararnir royndu at taka tað.

29 russar og filipinar manna skipið.