Royndu at ræna flogfar í Kina

Kinesiskir fjølmiðlar skriva, at manningin og ferðafólk í einum flogfari hava forðað nøkrum monnum at ræna flogfarið, sum var á veg frá Hotan til Urumqi har vesturi í landinum.

Løgreglan sigur, at seks menn royndu at taka ræðið á flogfarinum eina lítla løtu eftir, at tað var farið á flog. Men tað eydnaðist manningini og nøkrum av ferðafólkunum at forða teimum, og flogskiparin gjørdi av at venda aftur til Hotan (myndin). Summar tíðindastovur skriva, at 10 fólk fingu skaða.

Á flogvøllinum stóð løgreglan fyri teimum seks monnunum, sum nú sita í varðhaldi.