40 mans eru dømdir til lívlanga fongsulsrevsing fyri sín leiklut í miseydnaðu kvettroyndini móti turkiska forsetanum, Tayyip Erdogan, 15. juli í fjør, skrivar New York Times.
Hesir 40 vóru ákærdir fyri at hava tikið lut í einum álopi við hernaðartyrlu móti einum luksushotelli nærindis Marmaris. Turkiski forsetin var saman við familju síni og ferðaðist á hotellinum, tá álopið varð framt.
Hetta er fyrsta rættarmálið móti teimum handtiknu eftir kvettroyndina. Uppreistrarmenninir nýttu tyrlur, tanks og hernaðarflogfør í eini roynd at ræna valdið í landinum. Bumbuálop vóru framd móti turkiska parlamentinum. 249 fólk lótu lív í kvettroyndini.
Tayyip Erdogan megnaðu at rýma frá hotellinum og fekk sent boð til sínar stuðlar um at floyma út á gøturnar at stuðla sær. Forsetin sigur, at hann varð ávaraður um álopið og valdi tí at flýggja. Hann kom við flogfari til Istanbul um somu tíð, sum álopið bleiv framt í Marmaris.
Í størsta rættarmálinum eru fleiri hundrað hernaðarovastar ákærdir fyri at biða herin lata skot av móti mannamúgvunum, sum savnaðust fyri at stuðla forsetanum. Teir eru eisini ákærdir fyri at senda tanks at taka brýr og basur og fyri at biðja hernaðarflogfør loypa á mál ymsa staðni í Turkalandi.
Teir 40, sum vóru dømdir í gjár, játta seg sekar í kvettroyndini, men nokta fyri, at teir ætlaðu at drepa forsetan. Ætlanin var at taka hann á lívi, søgdu teir.
Hetta er harðasta revsingin í turkisku rættarskipanini. Deyðarevsingin varð avtikin í 2002, tá Turkaland var í samráðingum við ES um at sleppa upp í Evropiska Samveldið. Stuðlar hjá Erdogan og avvarðandi hjá nøkrum av teimum, sum fullu í kvettroyndini, hava tó heitt á forsetan um at seta deyðarevsing í gildi aftur.