Obafemi Martins verður roknaður sum ein av bestu spælarunum hjá Nigeria, men tað er langt ífrá altíð, at hann hevur verið tøkur til landsdystir.
Hetta hevur fingið ilt í fleiri, og eftir øllum at døma var hetta motivið, sum fekk vápnaðar menn at skjóta eftir bili hansara. Martins sjálvur slapp óskalaður frá hendingini, men bilurin varð gjøgnumgataður, og ein vinmaður hansara fekk skotsár á hondina og økslina.
- Eg helt eg skuldi doyggja. Talan var um professionellar leigudrápsmenn. Teir søgdu einki, men byrjaðu bara at skjóta móti bilinum. Hetta var eitt satt helviti. Júst sum tú annars bara sært tað í filmum, sigur 22-ára gamli Martins við enska blaðið, the Sun.
Álopið hendi við eina bensinstøð í størsta býnum í Nigeria, Lagos.