Seinasta fríggjadag, 19. mai, vóru menn og tóku nátaegg Yviri á Egg á Sandoynni, sum er sunnanfyri Søltuvík, og sama dag vóru menn eisini og tóku nátaegg í Skúvoy. Á báðum veiðiferðunum verður latið illa at.
Teir, sum vóru Yviri á Egg, vóru ikki langan dag og fingu tilsamans 160 nátaegg. Menn, sum vóru við, halda, at tá fuglurin var mestur, kundu teir í somu siðum havt fingið eini 500-600 egg.
Í Skúvoy royndist dagurin heldur einki serligur. Her fingu teir 236 egg í siðum, sum tá fuglurin var mestur kanska kundu givið eini 1000-1200 egg, verður mett í Skúvoy.
Um tað kanska var heldur tíðliga at søkja bjørgini fríggjadagin, 19. mai, ávikavist í Sandoy og Skúvoy, so skuldi mánadagurin, 22. mai, ikki verið tað.
Mánadagin vóru fimm mans og søktu bjørgini vestantil á Sandoynni - úr Brúnskorðum og suður í Oknadal, men roynt varð bara nakrar fáar metrar niður frá bakkatromini.
Veðrið var gott, og tað var turt. Onkra løtu var lotið eitt sindur frískligt, men tað var eisini onkur løta út á dagin, har sólin sá.
Menn, sum vóru við á hesi ferðini, siga, at sum heild var lítil fuglur at síggja, og nógv reiður vóru tóm. Hetta var ikki ein langur dagur í bakkanum, men eisini hesir menninir lótu illa at.
Tá teir góvust í bakkanum henda dagin, høvdu teir 130 nátaegg. Um hesa tíðina í fjør vóru teir um somu leiðir, men hildu nakað longur á, og tá var fongurin 189 egg tilsamans.








