Havstovan boðar í dag frá, at royndirnar við skiljirist í trolinum nú eru lidnar.
Saman við Vónini, Vørn og reiðarínum Faroe Origin og skipunum, Heyki og Falki, byrjaðu hesar royndir tíðliga á sumri í 2013.
Tá gjørdi skipini royndir, har eitt nú varð roynt inni í trolfríum økjum. Tær fyrru royndirnar vístu, at skiljiristin í trolinum skilir umleið 60% av tí smáa upsanum úr aftur trolinum.
Í frágreiðingini, sum varð skrivað um tær fyrru royndirnar, varð sagt, at upptøkutól vísa, at smái fiskurin, sum sleppur út ígjøgnum ristina, svimur livandi og eftir øllum at døma óskaddur burtur.
Tíðliga í fjør summar vórðu soleiðis tveir túrar gjørdir.
Aftur í ár
Aftur í 2014 skuldu nýggjar royndir gerast fyri neyvari at staðfesta, hvussu ristin virkar, og um samsvar fór at vera millum royndirnar í fjør og royndirnar í ár.
Á fyrra túrinum í ár skuldi Heykur hava rist undir, meðan Falkur brúkti vanliga reiðskapin. Síðan skuldi býtast um seinna túrin, so Falkur nú fekk ristina undir, meðan Heykur brúkti vanliga reiðskapin.
Endamálið við umbýtinum er at gera samberingar - við og uttan rist hjá báðum skipunum.
- Nú er so onnur royndin við skiljirist eftir upsa hjá partrolarunum liðug. Tað var mest stórtfallandi upsi, og væl var at fáa. Ábending er um, at ristin skilir minna upsan frá.
Tað sigur Havstovan í síni fyribils niðurstøðu, men vísir á, at endalig frágreiðing um hesar royndir nú verður skrivað.