Royndin væntar sær pengarnar aftur

Íløgufelagið Royndin væntar at aftur pengarnar, sum felagið rindaði manningini á trolaranum Topaz Royndin hevur goldið manningini á Topaz næstan tríggjar mió. krónur í hýru.

Tummas Eliasen, stjóri í Lív, sum eigur Royndina, sigur við Dimmalætting, at felagið hevði ikki skyldu at einda manningini hýruna, men valdi at gera tað, tá fleiri fakfeløg gjørdu vart við seg.

- Vit høvdu ikki skyldu til at gera tað, men av tí at fakfeløgini eru okkara kundar, og fakfeløgini hava etiskar reglur um ikki at seta pening í fyritøkur, sum bróta altjóða reglur, hildu vit tað vera rætt at gjalda hýruna fyri fyrst, sigur Tummas Eliasen við blaðið.

Tummas Eliasen væntar, at Royndin fær pengarnar aftur, eitt nú um Topaz fer á tvang.