Ein maður er í dag dømdur fyri í tveimum førum at royna at smugla hassj til Føroyar
Í báðum førum kom hann til Føroya við Norrønu.
Fyrru ferðina, sum var í vár, royndi hann at smugla 100 gramm av hassji til Føroya og aðru ferðina, sum var í farna mánað, royndi hann at smugla 400 gramm, so talan var um 500 gramm tilsamans.
Í hesum sambandi varð hann dømdur at sita í fongsli í tríggjar mánaðir.










