Royndi entrepenørurin Petur Jacobsen farin

28. mai 1956 – 14. november 2006

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Seinasta týsdag bórust boðini brádliga, at Petur Jacobsen var deyður – fimmti ára gamal. Hann doyði av arbeiðsvanlukku á Argjum í gravimaskinu, ið fáur so væl sum hann dugdi at føra
 
Petur var sonur Kristian Jacobsen og Turid, fødd Kjærbo, seinni broytt til Gunn­rim. Hann var úr Havn og hon úr Sumba.
Trý vóru tey systkini: Elstur var Petur og so koma Kristina og Sólfríð. Børnini vuksu upp við Oyggjarvegin í Havn.
Øll, ið kendu Petur vistu, at tað at arbeiða lá til hansara. Sum Bergur Debes Joensen, prestur segði yvir børuni í Havnar Kirkju leygardagin, so var tað ikki tað skrivliga og bókliga arbeiðið, men at fáast við bilar og maskinur.
Hann fekk roynt seg í ymsum arbeiðum tey fyrstu árini: Var boðsdrongur á Telegrafstøðini eina tíð, í timburlæru eitt ár, á bilverkstaðnum hjá Wenzel eitt skifti, til hann fór at koyra vørubil hjá Frants Restorff. Har var hann eini tvey ár – og har møtti hann eisini Sæmundu.
Tað eru nú okkurt um 30 ár síðan, at tað rann saman teirra millum. Tey fingu sjey børn: Sámal Kristian, Turid, Sunnleif, Petur, Súsanna, Magnus og Sigrið. Sámal er 29 ár og Sigrið er fýra, so har eru 25 ár ímillum elsta og yngsta. Abba- og ommubørnini eru tvey: Sissal og Brandur. Í konuni Sæmundu hevði Petur góðan og trúgvan stuðul. Hon hevur arbeitt heima øll árini. Seinastu 20 árini hava tey búð í Djúpagili í Hoyvík.
Eftir tíðina hjá Frants Restorff fór Petur undir egið virksemi. Hann byrjaði egna vørukoyring, til hann fór undir entrepenørarbeiði. Hann keypti gravmaskinur, lastbilar, og onkuntíð hevði hann fleiri fólk í arbeiði. Í entrepenørarbeiðnum vóru útstykkingar í Suðurstreymi og aðrastaðni um landið. Hann gróv, hann sprongdi, hann legði rør, hann planeraði.
Men ikki bara arbeiði hugsaði Petur um. Familjan hevði eisini stóran týdning fyri hann. Sjey vóru nú børnini, so har var nógv at síggja til. Í Hvalvík hevði Petur keypt eini fitt, gomul hús. Har var hann nú so ofta, hann kundi. Hann umvældi og gjørdi um, og hann hevði ætlanir. Hann hevði stórar ætlanir í Hvalvík, har hann fall til alt meiri og meiri. Har norðuri kundi hann slappa av, men har hevði hann ætlanir um at fara undir eina størri verkætlan. Hetta var ein ætlan, hann var sera spentur uppá, tí hon sá so lovandi út. Eisini fyri framtíðina hjá familjuni.
Men mongum brestur ætlan. Undir arbeiði á Argjum kemur Petur út fyri einum skaða, sum kostaði honum brádliga lívið. Mitt í øllum var hann rivin burtur. Fyri familju og vinir ein ræðulig og sjokkerandi hending. Ein royndur entrepenørur var bráddliga farin.
Tað er so mangt, sum kundi verið sagt um Petur. Í kirkjuni bar prestur fram nøkur eyðkenni, ið fólk nikkandi kundu taka undur við lýsa væl mannin:
»Hann var sera hjálpsamur persónur«.
»Góður at heita á. Og gjørdi ikki alt upp í pengum. Heldur øvugt«.
»Alt ov góður av sær«.
»Ein góður og hjálpsamur vinur!«
 
Friður verið við minninum um Petur Jacobsen.