Í dag var grundlógaravhoyring í Føroya rættur, har ákæruvaldið ynskti at varðhaldsfongsla ein mann, sum í gjárkvøldi varð steðgaður av løgregluni, tá hann kom við flogfarinum úr Keypmannahavn um tíggju tíðina. Orsøkin var, at løgreglan hevur illgruna um, at hann hevur svølgt rúsevnir.
Ákæruvaldið kravdi, at maðurin varð varðhaldsfongslaður í tvær vikur, og um tað ikki bar til, so varð kravt, at víðka tíðarskeiðini fyri handtøkuna við 72 tímum, so løgreglan kann sita varðhald yvir honum og kanna skarnið fyri rúsevnir. Ákæruvaldið førdi fram, at tá maðurin var farin niður leygardagin, hevði hann fleiri túsund krónur við sær, og tí var ávísur illgruni um, at peningurin var farin til rúsevnir, tí maðurin fyrr er handtikin fyri rúsevnissmugling.
Tá maðurin kom á flogvøllin stóðu løgreglan og tollararnir tískil fyri manninum. Hundurin var tó ikki til staðar, tí sambært ákæruvaldinum, so nokta tollararnir at brúka hundin til skuldsetta, vegna eina hending seinast hann varð steðgaður. Hetta var so seint sum mitt í desembur.
Einki rúsevni varð funnið á manninum, men illgruni var um, at skuldsetti møguliga hevði svølgt tey. Tí varð hann spurdur, um hann kundi koma við í CT-skannaran á Landssjúkrahúsinum.
Sambært ákæranum, so játtaði skuldsetti til hetta við tí treyt, at hansara advokatur var til staðar. Í rættinum segði tann skuldsetti tó, at hann bara játtaði, um so var, at hann fekk endurgjald fyri at fara í skannaran.
Ákærin greiddi frá, at komin í skannaran fekk tann ákærdi vegleiðing í, hvussu farast skuldi fram. Men tá kanningin var um at byrja, samlaði hann beinini og sparkaði við allari megi eftir skannaranum tvær ferðirnar. Løgreglufólkini vóru tí noydd at taka um skuldsetta mannin fyri at sissa hann. Spurdur, um kanningin kundi halda fram, játtaði hann, men megnaði at sparka til maskinuna tvær ferðirnar aftrat, áðrenn kanningin varð steðgað og skuldsetti lagdur í hondjørn.
Skuldsetti forkláraði fyri rættinum, at hann sparkaði til maskinuna, tí hann kennir minst hundrað fólk, ið aldrin hava fingið endurgjald fyri órættvíst at vera útsett fyri vandamiklu strálunum í skannaranum, aftaná at tey hava verið undir illgruna fyri rúsevnissmugling.
Ákærin vildi eisini vera við, at hundurin á flogvøllinum hevði snoddað til taskuna hjá skuldsetta og markera, at hon luktaði av rúsevnum. Tað skilti skuldsetti ikki, tí hóast tað er kent, at hann roykir hassj, so hevði taskan aldrin verið í námind av rúsevnum.
Verjin hjá manninum kravdi frídøming, tí hann metti, at einasta orsøkin til, at skuldsetti varð steðgaður á flogvøllinum var, tí at hann áður hevur verið dømdur.
- Tað svarar til, at um man einaferð er tikin fyri stuldur í SMS, so verður man handtikin hvørja ferð man fer inn í SMS, segði Jógvan Páll Lassen.
Jógvan Páll Lassen vísti eisini á, at atburðurin hjá manninum í stóran mun er ein avleiðing av, at hann følir seg órættvíst viðfarnan av løgregluni. Harumframt var hann sera kritiskur til, at hundurin ikki varð brúktur at kanna mannin, tí hundurin kundi havt beint allan illgruna til viks.
Dómarin gav verjanum viðhald í, at ákæruvaldið ikki hevði nóg sterka próvførslu til at varðhaldsfongsla skuldsetta, men metti, at skiftandi atburðurin í skannaranum, og tað, at hundurin hevði markera taskuna, var nokk til, at leingja um handtøkuna við 72 tímum, so staðfestast kundi, um ákærdi hevði goymt rúsevnir innvortis.











