Í hesum døgum royndarvenur 15 ára gamli Teitur M. Gestsson úr Klaksvík við danska felagnum FC Midtjylland. Sunnukvøldið fór ungi málverjin til Herning, har hann skal royndarvenja við FC Midtjylland, ið er tiltikið fyri sítt stóra ungdómsarbeiði. Fram til hósdagin skal hann venja við dreingjaliðnum og unglingaliðnum hjá felagnum. Teitur M. Gestsson, sum spælir við KÍ, hevur áður royndarvant við Brøndby IF. Hann hevur eisini royndir frá føroysku U15 og U17 landsliðunum.